Við teprum 3-2 sigri á NSÍ, staðfestu sundalagsmenn oddasessin og eru harvið føroyameistarar fyri aðru fer í søgu felagsins
Seinasta umfar í Effodeildini varð spælt í dag, og fyri fyrstu fer í langa tíð vórðu heiðursmerkja plássini og annað niðurflytingarplássið ikki avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegnum.

Men alt endaði við somu støða, sum tá seinasta umfar byrjaði.

Við Margáir vann EB/Streymur 3-2 á NSÍ, meðan ÍF og HB spældu málleysan javnleik í Fuglafirði. Í Havn endaði 1-1 millum B36 og Víking, og í Klaksvík vann KÍ stórsigur á FC Suðuroy. Úrslitið gjørdist 7-1 til klaksvíkingar.

Størsti spenningurin var í dystinum við Stórá í Trongisvági, har TB tók ímóti B68. Toftamenn skuldi vinna við fýrta málum, um B68 skuldi varðveita sessin í Effodeildini, men tá avtornaði gjørdist úrslitið við Stórá 4-1 til B68. Sostatt verður tað TB sum eisini komandi kappingarár spælir í Effodeildini.

Endaliga støðan í Effodeildini gjørdist sostatt, at EB/Streymur bleiv føroyameistari við 58 stigum, fýra fleiri enn ÍF, sum vann silvur.

Kappingin um bronsuna harðnaði av álvara seinasta umfar, og tá allir dystirnir vóru liðugt spældir, høvdu HB, KÍ og Víkingur 45 stig. Men teir reyð-svørtu endaðu við best málmuni, og tískil endaði bronsan í HB.

Sundalagsmenn luttaka sostatt í Champions League komandi ár, meðan ÍF og HB, saman við Víkingi, fara at spæla Europa League.

Niður úr bestu deildini flyta FC Suðuroy og B68. Nýggj í Effodeildini komandi kappingarár verða 07 Vestur og AB.

Støðan í Effodeildini