Við einum sannførandi 4-1 sigri á HB, hevur EB/Streymur eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni. Víkingur vann tepurt á FC Suðuroy
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið eru spældar í kvøld, og við sannførandi sigri á HB, hevur EB/Streymur eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni.
Í Fuglafirði hevði Víkingur vitjan av FC Suðuroy, og vórðu gestirnir sendir suður aftur við einum teprum 1-0 tapi.

EB/Streymur – HB 4-1 (1-1)
Tað vóru annars gestirnir við Margáir, ið komu betri frá byrjan, tá Hallur Hansson legði HB á odda 1-0 í 7. minutti.
Tá góður hálvur tími var spældur, fekk HB gyltan møguleika at økja um leiðsluna. Men Rene Tórgarð bjargaði brotssparkinum frá Halli Hansson.
Í staðin javnaði EB/Streymur lítla løtu seinni, tá dómarin, Petur Reinert, dømdi brotsspark til vertirnar. Hans Pauli Samuelsen varð settur at skjóta, og víkamaðurin var tryggur úr ellivu metrum.
Javnleikur 1-1 tá liðini fór at hvíla seg, og tí varð lagt upp til ein spennandi seinna hálvleik. Men spenningurin, sum fyrri hálvleikur hevði at bjóða, kom ongantíð í dystin eftir steðgin.
HB, sum hevði havt munin í fyrra hálvleiki, megnaði ikki at standa ímóti trýstinum frá EB/Streymi, sum sundalagsmenn løgdu á HB í seinna hálvleiki. Og endin gjørdist ein tryggur 4-1 sigur til sundalagsmenn.
Tá 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, skoraði Sorin Anghel til 2-1, eftir at Arnbjørn Hansen var strokin avstað í høgra borði.
HB trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, men ístaðin svaraði EB/Streymur aftur við tveimum skjótálopum. Og í báðum føri var tað Arnbjørn Hansen ið hevði seinasta fótin á bóltinum.
Sostatt vunnu sundalagsmenn ein tryggan 4-1 sigur á HB, og hevur EB/Streymur tí eitt gott útgansgstøði undan seinnu hálvfinaluni.

Víkingur – FC Suðuroy 1-0 (1-0)
Meðan bíðað verður eftir nýggja vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu, spælir Víkingar sínar heimadystir í Fløtugerði í Fuglafirði.
Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík hevði í fyrru hálvfinaluni heimadyst ímóti FC Suðuroy, og hóast Víkingur hevði meginpartin av spælinum, og var klárt betra liðið, so megnaði Víkingur bara at fáa tað eina málið.
Tíðliga í dystinum varð Fritleif í Lambanum feldur inni í brotsteiginum. Dómarin peikaði á plettin, og Evrard Ble setti brotssparkið trygt í netið.
FC Suðuroy kom meir við í dystin í seinna hálvleiki, men heilt vandamikið gjørdist tað ongantíð. Heldur skuldi Víkingur havt fingið fleiri mál, men neyvleikin væntaði.
Tískil er alt framvegis opið, og lagt er upp til ein spennandi dyst, tá seinna hálvfinalan verður spæld á Vágseiði í Vági tann 23. mai.