FSF Varpið: Nú er greitt, at tað verða EB/Streymur og Víkingur, ið skulu spæla finaluna í kappingini um Løgmanssteypið
Vikuskiftið 23. og 24. august verður Tórsvøllur karmur um stórt steypafinaluvikuskifti hjá bæði gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.
Eftir seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið er nú greitt, at tað verða EB/Streymur og Víkingur, ið skulu spæla ársins finalu.
Í FSF Varpinum hesaferð eru mál og samrøður frá seinnu hálvfinalunum, sum vóru millum EB/Streym og KÍ, sum sundalagsmenn vunnu samanlagt 3-2, og NSÍ og Víking, har felagsliðið úr Gøtu og Leirvík samanlagt vann 4-3.