Ætlaði venjingardysturin hjá føroyska landsliðnum móti spanska felagnum Malaga mikudagin er avlýstur
Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið, sum í løtuni er á venjingarlegu í Mijas í suðurspania, spæla venjingardyst móti spanska La Liga-felagnum Malaga mikudagin.

Men hesin dystur er nú avlýstur, tí spanska fótbóltssambandið hevur sett forboð fyri, at dysturin verður spældur. Hetta var annars annar av tveimum dystum á venjingarleguni hjá landsliðnum, sum leygardagin vann 4-1 á Gibraltar.

Spanska landsliðið spælir mikudagin nevnliga venjingardyst ímóti Italia á heimavølli, og spaniólar vilja ikki hava, at nakað annað landslið spælir dyst í Spania samstundis.

Dysturin millum Føroyar og Malaga var annars avtalaður fyri rúmari tíð síðani, og tað eru altjóða góðkend umboðsfólk, ið hava tikið sær av at fingið dystin í lag.

Men nú eru boð komin frá spanska fótbóltssambandinum, at Føroyar og Malaga ikki sleppa at spæla ætlaða venjingardystin, ið skuldi verða mikudagin.