Seinasta umfar í U17 EM-undankappingini fyri gentur, sum skal spælast týsdagin, er framskundað
Dystirnir skuldu eftir ætlan spælast klokkan 15 seinnapartin týsdagin, men í samráð við luttakandi londini hevur UEFA avgjørt at framskunda dystirnar til klokkan 11 eftir ynski frá FSF.

Teir báðir dystirnir, sum skulu leikast í morgin, eru á Tórsvølli, har oddaliðini bæði, Italia og Noreg, hittast, og dysturin á Svangaskarði millum Føroyar og Grikkaland.

Italia og Noreg eru púra jøvn í stigum og málmuni, tí bæði hava vunnið báðar sínar fyrstu dystir og hava málúrtøkuna 5-0. Føroyar og Grikkaland hava tí einki stig ognað sær enn, men meðan Grikkaland hevur ein málmun, sum eitur 0-2, hava Føroyar ein málmun, sum eitur 0-8.