Kappingarnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt, at tveir dystir í 7. umfari og ein dystur í 8. umfari í Effodeildini verða framskundaðir
Eftir ætlan skuldi 7. umfar í Effodeildini verði spælt leygardagin og sunnudagin 5. og 6. mai. Men hetta er nú broytt.

Í staðin verður lagt fyri fríggjadagin 4. mai, tá NSÍ og Víkingur spæla við Løkin í Runavík. Hesin dystur skuldi eftir ætlan verði spældur leygardagin 5. mai.

Og av tí at dysturin í Runavík er fluttur frá leygardegnum til fríggjadagin, verður dysturin á Svangaskarði, millum B68 og KÍ, sum skuldi verði spældur sunnudagin 6. mai, í staðin spældur leygardagin 5. mai.

Sunnudagin 6. mai verða so hinir tríggir dystirnir í 7. umfari í Effodeildini spældir. Hendan dagin er eisini lagt upp til tvær veruligar grannauppgerðir. Í Havn møtast HB og B36, meðan FC Suðuroy og TB bresta saman í Vági.

Seinasti dysturin í 7. umfari verður í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF fær vitjan av EB/Streymi.

Toftamenn í 120 ára føðingardag
Kappingarnevndin hjá FSF hevur eisini avgjørt, at dysturin í 8. umfari, millum TB og B68 verður framskundaður frá sunnudegnum 13. mai, til leygardagin 12. mai.

Tvøroyrar Bóltfelag hátíðarheldur 120 ára stovningardag hetta vikuskiftið, og er dysturin hjá tvøramonnum ímóti B68 tískil framskundaður til leygardagin 12. mai.