Seinnapartin í gjár fór A-landsliðið við monnum úr Vágum til Keypmannahavnar, og í dag verður flogið beinleiðis til Bangkok í Thailandi
Føroyska A-landsliðið við monnum er fari eina ta drúgvastu ferðina nakrantíð, í samband við venjingarleguna í Thailandi.

Í gjár varð flogið úr Vágum til Keypmannahavnar, og í dag verður flogið úr danska høvuðsstanum og beinleiðis til Bangkok í Thailandi.

Flogtúrurin úr Keypmannahavn til Thailand varðar í góðar 10 og ein hálvan tíma. Har afturat skal havast í huga, at í Thailandi er klokkan sjey tímar frammanfyri Føroyar. Tað verða tí allarhelst nakrir troyttir leikarar og leiðarar, sum lenda í Bangkok á midnátt, sum tá er morgun í Thailandi.

20 leikarar eru við á túrinum, umframt 10 leiðarar, og gott lag er í hópinum. Hetta er fyrstu ferð, at landsliðið er fari so langt eystur eftir, og fyri allar í hópinum verður tað ein avbjóðing.

Størsta avbjóðingin í hesum føri verður tann nógvi hitin í Bangkok, og tíðarmunurin sum er millum Føroyar og Thailand.