Mánadagin 7. desember verður lutakastið í samband við undankappingina til HM, sum verður í Katar í 2022. Hallur Hansson vónar, at Føroyar hesaferð trekkja Frakland, og vil helst sleppa undan Portugal
——————
– Frakland hevur nógvar stjørnur, sum eg kundi hugsað mær at møtt, og úr bólki 2 hopi eg at vit trekkja Wales. Bretski spælistílurin hevur onkuntíð passað okkum væl – men Turkaland hevði eisini verið áhugavert. Og so havi eg valt Noreg úr bólki 3. Eg haldi har lá okkurt meir og bíðaði tá vit møtu teimum seinast, men Ungarn eina ferð afturat hevði eisini verið spennandi.
Soleiðis sigur liðskiparin á A-landsliðnum við monnum, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF, tá hann skal seta orð á, hvørji lond hann vónar at Føroyar koma í bólk saman við í komandi HM-undankapping.
Dreymabólkurin hjá Halli sær soleiðis út: Frakland, Wales, Noreg, Norðurmakedónia og San Marino.
2021 verður annars eitt drúgt landsliðsár fyri A-landsliðið hjá monnum, sum komandi ár væntandi skal spæla tilsamans tólv landsdystir. Talan verður um 8 ella 10 HM-undankappingardystir, umframt tveir ella fýra venjingardystir.
Hetta verður endaliga avgjørt við lutakasti í morgin, mánadagin 7. desember, tá greiða skal fáast á, hvussu evropeisku londini verða bólkaði til næstu HM-undankapping.
Tá liðskiparin skal velja ein “marrubólk”, eru londini ikki ókend fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Portugal, Sveis, Grikkaland, Albania og Malta vil Hallur Hansson helst sleppa undan hesaferð.
– Torførastu mótstøðuliðini seinastu árini hava verið Portugal og Sveis. Móti teimum vóru vit heilt greitt við undirlutan. Og so er tað Grikkaland. Móti teimum hava vit nøkur góð minnir, og vónandi ganga nógv ár, til vit møta teimum aftur, so sigrarnir sleppa at standa sterkari í minninum, sigur Hallur Hansson, og leggur afturat, at hann eisini vil sleppa undan Malta.
– Vit hava møtt maltesum fleiri ferðir seinastu árini, so eg havi meir ella minni fingið nokk av teimum.
Koma Føroyar í bólk við fimm londum, verða 8 undankappingardystir og væntandi 4 venjingardystir á skránni í 2021. Og háttar lutakastið seg soleiðis, at Føroyar koma í bólk við seks londum, skulu Føroyar spæla 10 undankappingardystir og tveir venjingardystir.
Tey 55 limalondini í UEFA eru styrkismett soleiðis:
Styrkisbólkur 1
Belgia, Frakland, Ongland, Portugal, Spania, Italia, Kroatia, Danmark, Týskland og Holland
Styrkisbólkur 2
Sveis, Wales, Pólland, Svøríki, Eysturríki, Ukraina, Serbia, Turkaland, Slovakia og Rumenia
Styrkisbólkur 3
Russland, Ungarn, Írland, Kekkia, Noreg, Norðurírland, Ísland, Skottland, Grikkaland og Finnland
Styrkisbólkur 4
Bosnia, Slovenia, Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria, Ísrael, Hvítarussland, Georgia og Luksemborg
Styrkisbólkur 5
Armenia, Kýpros, FØROYAR, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Litava, Lettland og Andorra
Styrkisbólkur 6
Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino