Um ólavsøkuna fer U17-landsliðið við dreingjum til NM-kapping í Danmark. Sum fyrireiking til kappingina hava regluligar venjingar verið á Tórsvølli, men seinastu dagarnar hevur hópurin eisini vant á Argjum, í Miðvági og á Tvøroyri
Dreingirnir á føroyska U17-landsliðnum, ið seinni í hesum mánaðinum skulu til árligu Norðurlandameistarakappingina, sum í ár verður í Danmark, hava vant dúgliga seinastu dagarnar.

Síðani fyrireikingarnar av álvara byrjaðu, hevur hópurin vant regluliga á Tórsvølli, men hesa síðstu tíðina hava landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, skipað fyri venjingum Inni í Vika á Argjum, í Miðvági og við Stórá á Tvøroyri.

– Seinastu vikuna hevur hópurin verið á venjingarlegu. Dreingirnir hava vant nógv og eisini spælt tríggjar venjingardystir, sum hava verið ímóti 1. deildarliðunum hjá TB og 07 Vestur og U19-landsliðnum. Hópurin hevur búð væl á Hotel Vágum og Hotel Føroyum, so vit skuldu verið væl fyrireikaðir til NM-kappingina, sigur Áki Johansen, annar av landsliðsvenjarunum.

Sum heild eru allir leikararnir á U17-liðnum væl fyri til árligu Norðurlandameistarakappingina, hóast onkrir smávegis skaðar eru í hópinum. Kortini vænta venjararnir, at allir verða klárir til eina drúgva kapping, sum í ár verður frá 27. juli til 2. august.

– Í fyrireikingunum hava vit lagt stóran dent á at menna førleikan at hava bóltin, og vit skulu eisini royna at koma longri fram á vøllin samanborið við, hvat vit hava gjørt. Væl vitandi, at mótstøðuliðini eru sterkari enn vit, so ætla vit okkum at spæla við í øllum dystunum og av álvara geva hinum londunum mótstøðu. Har afturat er hetta ein gyltur møguleiki at menna leikararnar enn meir, so hesir av álvara eru klárir til U19-landsliðið, sigur Áki Johansen.

Teir 18 leikararnir, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til Norðurlandameistarakappingina 2014, eru hesir:

Málverjar:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariasen, AB

Verjuleikarar:
Ari Olsen, Skála
Ólavur Niclasen, KÍ
Bjarni Petersen, B36
Jóhann Gaardbo, NSÍ
Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur
Fannhard Skoradal, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DK)

Miðvallarar:
Jákup Andreasen, KÍ
Svein Knút Magnussen, Vejle (DK)
Hannes Agnarsson, B36
Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Pætur Joensson Petersen, B36
Jannik Mathias Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Framherjar:
Teit Jacobsen, HB
Adrian Justinusen, HB

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 26. juli, og verður heima aftur sunnudagin 3. august.

U17-landsliðið avmyndað saman við TB-leikarunum

U17-landsliðið og U19-landsliðið eftir venjingardyst á Tórsvølli

U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til NM-kapping í Danmark frá 26. juli til 3. august – Mynd: Áki Johansen