Føroyingarnir skaptu stórar málmøguleikar í seinna hálvleiki, men kortini eydnaðist ikki at minka um 2-0 leiðsluna hjá Turkalandi
Sunndagin spældi U19-landsliðið við dreingjum annan dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Makedonia. Dysturin var ímóti Turkalandi, sum hevur hægstu styrkismetingina í bólkinum.
Turkar settu seg á dystin frá byrjan og løgdu føroyska liðið undir stórt trýst. Men enn einaferð vardu føroyingarnir væl og hildu turkarnar burtur frá stórum málmøguleikum. Stutt fyri hálvleik megnaði Turkaland tó et legga seg á odda, tá turkar skoraði eftir hornaspark.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá ið Turkaland økti til 2-0. Ein av turkisku leikarunum tók sakina í egnar hendur, og rann frá føroysku verjuni, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Ikki fyrr enn eftir hetta kom føroyska liðið inn í dystin og skapti risastórar málmøguleikar. Tríggjar ferðir vóru føroyskir leikarar leysir av turkisku verjuni, men fingu ikki mál, og tvær aðrar ferðir høvdu føroyingarnir stórar málmøguleikar beint frammanfyri málið. Eisini hildu føroysku leikararnir seg eiga brotsspark, tá ið turkiskur spælari brúkti hondini eftir hornaspark, men dómarin vildi ikki døma.
Samanumtikið var talan um eitt sera gott avrik av føroyska liðnum, sum fleiri ferðir í seinna hálvleiki hevði stóru fótbóltstjóðina á knøunum. Leikararnir fegnaðust eftir dystin um avrikið, men iðraðu seg um, at teir ikki megnaðu at skora eitt ella fleiri mál.
Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður mikudagin, tá ið Føroyar spæla ímóti vertunum Makedonia, sum í sínum næsta dysti vunnu 2-1 á Montenegro. Tí verður tað enn eitt sterkt eystureuropeiskt mótstøðulið, sum føroysku leikararnir skulu royna seg ímóti.
Føroyar:
Elias Rasmussen – Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, John Daniel Guðjónsson, Jóhannes Hansen – Benjamin Heinesen (Jógvan á Lað Jacobsen, 79.), Hákun Edmundsson, Tórur Justesen, Brandur Olsen, Rasmus Sørensen (Dánjal Godtfred, 90.) – Poul Ingason (Haraldur Højgaard, 52.)