Í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Makedonia, tapti føroyska U19-landsliðið 5-0 fyri Montenegro

Í nógvum hita varð fyrsta umfar í EM-undankappingini í Makedonia, sum føroyska U19-landsliðið við dreingjum er partur av, spælt fríggjadagin. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Turkaland og Montenegro eisini við í kappingini. 

Fyri føroyska liðið gjørdist talan um eina keðiliga byrjan upp á kappingina. Í fyrsta dystinum skuldu okkara dreingir royna seg ímóti Montenegro, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, var støðan 5-0 til Montenegro.

Føroyska liðið helt tætt til stutt fyri hálvleik, og hesa fyrstu løtuna vardu føroyingarnir væl, meðan Montenegro hevði sera ilt við at skapa málmøguleikar. Og um væl vildi til, so skoraði føroyska liðið upp á onkur av skjótálopunum, sum føroyingarnir spældu seg til í fyrra hálvleiki.

Stutt fyri steðgin fekk Montenegro brotsspark, og tá vanliga tíðin av fyrra hálvleiki var farin, økti Montenegro til 2-0.

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið meira við í spælinum og søkti at málinum hjá Montenegro, men føroysku skjótálopini komu at kosta føroyingunum dýrt. Tríggjar ferðir eydnaðist Montenegro at skora, og dysturin endaði tískil 5-0.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður sunnudagin, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Turkalandi.

Føroyar:
Elias Rasmussen – Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Karl Martin Danielsen, Jón Áki Jacobsen – Haraldur Højgaard (Jógvan á Lað Jacobsen, 61.), Tórur Justesen, Brandur Olsen (Sølvi Egilsson, 85.), Benjamin Heinesen (Hákun Edmundson, 68.) – Poul Ingason