STEYPAFINALURNAR 2017: Fríggjakvøldið verður lagt fyri í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá FSF. Fyrsta finalan er í kappingini fyri Dreingir U18, og aftur í ár eru HB og NSÍ sum bresta saman. Í fjør vunnu runavíkingar 2-1
Komandi fríggjakvøld verður skjøtil settur á stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF, sum eins og í fjør, verður spælt yvir tvey vikuskiftir. 25. og 26. august spæla dreingir og menn, og 8. og 9. september eru tað genturnar og kvinnurnar, ið fara á vøllin.
Fyrsta finalan verður spæld fríggjakvøldið, tá NSÍ og HB fjórða árið á rað bresta saman um Thomas Dam Intersport steypið. Í fjør vunnu runavíkingar 2-1, og tað er tí lítið at ivast í, at nú vilja teir reyð-svørtu úr høvuðsstaðnum hava steypið aftur. Men tað verður heilt vist ikki uttan svørðslag.
NSÍ og HB hava møtt hvør øðrum einaferð fyrr í ár, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Leivur Guttesen og Jóhan Joensen skoraðu fyri HB, meðan Dávid á Roykheyggi og Kári Hansen gjørdu málini fyri runavíkingar.
– Aftur í ár er trupult at peika á nakran greiðan favoritt, men vit vóna at síggja gott fótbóltsspæl, har spælararnir vísa, hvat er á veg í føroyskum fótbólti, tí fleiri av hesum koma at mynda bestu deildina í nærmastu framtíð, sigur Jan Dam, venjari hjá U18-liðnum hjá HB.
Eisini í NSÍ eru tey spent til finaluna, men tey eru eisini greið yvir, at tað verður als ikki nøkur løtt uppgáva at syfta HB í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið.
– Finalurnar seinastu árini millum hesi liðini hava verið javnar, og ilt er at spáa um úrslitið frammanundan. HB vann fyri tveimum árum síðani og NSÍ vann í fjør. Tískil er púra opið, hvør dregur longra stráðið hesaferð, sigur venjari hjá ungu runavíkingunum, Abraham Løkin.
Finalan um Thomas Dam Intersport steypið verður bríkslað í gongd klokkan 19:00 fríggjakvøldið 25. august. Dómari verður Áron S. Vest.