Vertirnir vunnu greiðan sigur á Føroyum í seinasta dystinum í EM-undankappingini, sum hevur verið í Makedonia
Føroyar spældu mikudagin seinasta dystin í EM-undankapping, sum seinastu dagarnar hevur verið í Makedonia. Dysturin var ímóti vertstjóðini, og endin gjørdist eitt greitt 5-0 tap fyri føroyska liðið.
Tey trý mótstøðuliðini, sum føroyingarnir hava roynt seg ímóti í hesari undankapping, vóru øll sera sterk – og javnt sterk. Eftir tey trý umførini høvdu Turkaland, Montenegro og Makedonia øll 6 stig, meðan Føroyar einki stig hevði fingið.
Í dystinum ímóti Makedonia var føroyska avrikið heldur misjavnt. Føroyar byrjaðu dystin illa, og Makedonia legði seg fram um 2-0, tá eitt gott korter var spælt. Eftir keðiligu byrjanina, kom føroyska liðið meir við í dystin, og spældi heldur betur fram til hálvleikssteðgin.
Í seinna hálvleiki var Føroyar meira við í dystinum, men tað var Makedonia, sum skoraði málini. Poul Ingason var púra leysur við málmanninum, tá ið støðan var 3-0, men hann misnýtti møguleikan. Eftir hetta setti Makedonia tvær strikur undir greiða sigurin.
Føroyar-Makedonia 0-5 (0-2)
Føroyar: Fríði Sigurðsson – Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, John Daniel Guðjónsson og Jón Áki Jacobsen (Karl Martin Danielsen, 62. min.) – Benjamin Heinesen (Jógvan Jacobsen, 62. min.), Hákun Edmundsson, Tórur Justesen, Brandur Olsen og Jóhannes Hansen – Poul Ingason (Haraldur Højgaard, 76. min.)