Sum liður í at fáa fleiri dómarar, fer FSF í næstum at skipa fyri dómaraskeiðum úti í feløgunum kring landið
– Endamálið við dómaraskeiðunum, ið verður nevnt ”Dómarin”, er at førleikamenna tey, ið serliga døma dystir, har tað er heimaliðið, ið setur dómarar, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Í samstarvi við feløgini, fer FSF í næstum at skipa fyri dómaraskeiðum, sum verða hildin kring landið.
Talan er um grundskeið í fimm tímar, og umframt at førleikamenna, fáa luttakararnir eisini størri kunnleika til fótbóltslógina, og eru harvið betri førir fyri at døma dystir, har tað er heimaliðið, ið setur dómarar.
Eingi krøv verða sett fyri at luttaka á skeiðnum "Dómarin", tó skulu luttakararnir helst vera fyltir 14 ár.
Evni, ið verða viðgjørd:
– Døming, hvussu er at vera dómari
– Fríspark, beinleiðis og óbeinleiðis
– Rangstøða (offside)
– Tekngeving og døming á vøllinum
– Teori og praktik
Instruktørar
Lassin Isaksen (KÍ og B71)
Niklas á Líðarenda (Víkingur)
Tummas Pauli Olsen (ÍF og Skála)
Jóhan Petur Michelsen (HB, B36, FC Hoyvík og Undrið FF)
Rói Jacobsen (TB, FC Suðuroy, Royn og AB)
Petur Reinert (NSÍ, B68, EB/Streymur, 07 Vestur og MB)
– Luttakararnir skulu ikki til próvtøku, men fáa eitt luttøkubræv. Samstundis vóna vit, at fleiri av luttakarunum tekna seg til skeiðið ”FSF Dómarin”, ið verður hildið 8. og 15. mars, sigur Lassin Isaksen.