Hóast eingin dystur varð fluttur vegna veður, so vórðu alt ov nógvir dystir fluttir av øðrum orsøkum, og tað órógvar. Men samanumtikið eru dómararnir væl nøgdir við kappingarárið 2012
Um vikuskiftið høvdu føroysku Úrmælingadómararnir og eygleiðararnir eftirmetingarfund fyri kappingarárið 2012 í FSF-húsinum í Havn. Og hóast okkurt allarhelst kundi verði gjørt betri, so eru dómararnir væl nøgdir við farna kappingarár, sum endaði 6. oktober.

Flytan av dystum ørkymlar
Undanfarin ár eru nógvir dystir fluttur vegna veður, men í 2012 varð eingin dystur – undantikið næst seinasta umfar – fluttur vegna keðiligt veður. Kortini vórðu fleiri dystir fluttir av øðrum orsøkum, umframt at stórur partur av kappingini í 1. deild hjá monnum varð broytt.
Hetta hevði við sær, at nógvir dystir blivu spældir mitt í viku, sum aftur hevði við sær, at nakrir dómarar dømdu fleiri dystir í somu viku, og onkuntíð fleiri dystir sama vikuskifti.
Avleiðingarnar av hesum vóru, at tað var sera torført at skipa fyri dómaraskeiðum og hava felags venjingar, meðan kappingin var í gongd.
Men samstarvið við Yndi Fitness, sum Fótbóltssamband Føroya hevur við venjingarmiðstøðina, hevur gjørt, at dómarar og hjálpardómarar hava havt góðar umstøður til venjing.

Samtaluanlegg og 4. dómari
Sum nakað nýtt til kappingarárið 2012 høvdu dómararnir samtaluanlegg, sum serliga vórðu brúkt til dystir í Effodeildini. Samtaluanleggið ger, at dómari og hjálpardómarar hava lættari við at samskifti millum sín, meðan dysturin er í gongd.
Somuleiðis varð í 2012 eisini sett í verk brúk av 4. dómara til nakrar av dystunum í Effodeildini. Og niðurstøðan er, at leisturin við 4. dómaranum virkar sera væl og er komin fyri at verða. Men sum støðan er í løtuni, so eru ikki nóg nógvir dómarar til at hava 4. dómara til allar dystir í Effodeildini.

Eygleiðing stóran týdning
Á eftirmetingarfundinum varð eisini hugt nærri at Dómaraeygleiðingini, sum seinastu árini hevur verið til allar dystir í fremstu deildini hjá monnum. Sum í øllum øðrum, so kundi okkurt verði gjørt øðrvisi á hesum økinum, men sum heild eru dómarar og hjálpardómarar sera glaðir fyri eygleiðingina. Somuleiðis varð víst á hvussu týdningarmikið tað er fyri menningina av dómarunum, av at hava eygleiðara til dystir.