Um vikuskiftið hava dómararnir, ið skulu leiða dystirnar í fremstu deildunum í føroysku fótbóltskappingini, verið á skeið á Hotel Føroyum
Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til enn eitt kappingarár í føroyskum fótbólti, og komandi vikuskifti fer bólturin av álvara á rull, tá fyrsta umfar í EFFO-deildini er á skránni.

Um vikuskiftið hava úrmælingadómararnir, ið fara at leiða dystirnar í fremstu deildunum hjá monnum, og eygleiðararnir, verið á skeið á Hotel Føroyum.

Tilsamans luttóku 38 dómarar og hjálpardómarar, har av ein kvinna, og 11 dómaraeygleiðarar á skeiðnum.

Byrjað varð hóskvøldið, og skráin allar dagarnar var sera fjølbroytt. Eitt evni, ið varð nógv viðgjørt, vóru nýggju tulkingarnar í samband við, hvussu dómarar kunnu sleppa undan feilum og samstarv millum dómara og hjálpardómarar. Onnur evni, ið eisini vórðu viðgjørd, vóru sjónbandaupptøkur og at døma út frá hesum upptøkum. Har afturat varð avgjørt, at í ár fara føroysku dómararnir at gera brúka av sprey, í samband við fríspørk.

Nærum hvørt ár verður altjóða fótbóltslógin dagførd, og hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri føroysku kappingini.

– Vit hava altíð brúk fyri fleiri dómarum, serliga í yngru deildunum. Men í verandi løtu eru vit til reiðar at fara undir eina nýggja kapping, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Dystirnir í fyrsta umfari í EFFO-deildini eru hesir:
NSÍ-FC Suðuroy
EB/Streymur-B36
Víkingur-ÍF
HB-AB
TB-KÍ

Dómararnir eru til reiðar til enn eitt kappingarár í føroyskum fótbólti – Mynd: Birgir Sondum