Í sambandi við dystin millum Føroyar og Týskland, var Tórshavnar Býrað vertur fyri døgurða, og millum gestirnar var forsetin í týska fótbóltssambandinum, Wolfgang Niersback

Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar Býráð var týsdagin karmur um døgurða fyri millum øðrum forsetanum í týska fótbóltssambandinum, Wolfgang Niersbach og týska ambassadørinum í Keypmannahavn, Michael Zenner, við fylgi. 

Eisini umboð fyri FIFA, norðmaður Odd Flattum, var boðin við, umframt býráðslimirnir í Havn, Kaj Leo Holm Johannnesen, løgmaður, umboð fyri Tórsvøll og starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya.

Á samkomuni vóru fleiri røður hildnar. Fyrst bar Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram eina heilsan. Síðani segði forsetin í týska fótbóltssambandinum, Wolfgang Niersback, nøkur orð, og takkaði fyri blíðskapin, áðrenn Christian Andreasen, FSF-forseti, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð, bóru eina heilsan til útlendsku gestirnar.