FSF Varpið: Eftir at hava verið darvaður av skaðum í drúgva tíð, er Súni Olsen aftur partur av føroyska A-landsliðnum
Nógvir skaðar seinastu tíðina hava gjørt, at Súni Olsen ikki hevur verið tøkur til landsliðsfótbólt. Men nú er bóltsnillingurin klárur aftur, og gøtumaðurin í B36 gleðir seg til dystin ímóti Írlandi komandi fríggjadag.
HM-undankappingardysturin millum Írland og Føroyar verður fríggjakvøldið 7. juni, kl. 19:45.