Gilli Rólantsson Sørensen gleðir seg til HM-undankappingardystirnar, ið landsliðið skal spæla í næstum. FSF Varpið hitti Gilla aftaná seinastu venjingina, áðrenn dystin móti Ísrael

——————

Mikudagin spælir føroyska A-landsliðið við monnum tann fyrsta av trimum HM-undankappingardystum, ið eru á heimavølli í hesum umfarinum. Lagt verður fyri ímóti Ísrael, leygardagin er Danmark mótstøðuliðið, áðrenn moldovar koma á vitjan týsdagin 7. september.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og aftaná venjingina týsdagin, sum var tann síðsta, áðrenn dystin móti Ísrael, fekk FSF Varpið orðið á Gilla Rólantsson Sørensen.

Og Gilli dylir ikki fyri, at hann er spentur til dystirnar, ið verða í næstum, og hann vónar samstundis, at nógvir áskoðarar fara at koma á Tórsvøll at stuðla lansliðnum.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.