Spennandi uppgáva stendur fyri framman hjá Dan Højgaard, hjálpardómara. Í mai skal hann taka lut í U17 EM-endaspæli í Onglandi

Tá EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum verður spælt í mai, verður tað ikki uttan føroyska luttøku.

Rituvíkingurin, Dan Højgaard, skal nevniliga verða hjálpardómari í kappingini, sum verður spæld í Onglandi frá 9. til 21. mai.

Royndi linjuverjin fegnast um møguleikan, sum hann hevur fingið, og gleðir seg til uppgávuna.

– Tað er ein stórur heiður fyri meg at vera útnevndur av UEFA til hetta endaspælið. Eg eri sera spentur til kappingina og gleði meg at sleppa at royna meg í altjóða kapping, sigur Dan Højgaard við heimasíðuna hjá FSF.

36 ára gamli rituvíkingurin hevur dømt í føroyskum fótbólti síðani 2000, og gjørdist FIFA-hjálpardómari fyri trimum árum síðani.