Fyriskiparar og leikarar høvdu góð ummælir til føroysku dómararnar, eftir dystirnar í Copa Del Sol Cup 2012, sum seinastu dagarnar hevur verið í Spania
Seinasta vikuskifti vóru Dagfinn Forná og Petur Reinert, dómarar, og Thorvald Petersen og Jens Albert Simonsen, hjálpardómarar, umfamt Lassin Isaksen, dómaraeygleiðari, til Copa Del Sol Cup 2012, sum á hvørjum ári verður spælt á La Manga og í Benidorm í Spania.
Copa Del Sol Cup er fyri lið úr øllum heiminum, har kend og minni kend lið nýta møguleikan at spæla krevjandi dystir, áðrenn teirra heimliga kapping verður tikin upp aftur, eftir vetrarsteðgin.
Hósdagin komu føroysku umboðini til Spania, og fríggjadagin varð skipað fyri eini lættari venjing. Umframt eygleiðingar og venjingar, skuldu føroysku dómararnir og teirra hjálpardómarar døma tveir dystir, og Lassin Isaksen eygleiddi tveir finskar dómarar.
Leygardagin dømdi Dagfinn Forná dyst millum slovenska NK Olimpija Ljubljana, og Dalian Aerbin FC, úr Kina. Undan dystinum varð roknað við einum heldur torførum dysti, tí í undanfarnum dystum hevði kinesiska liðið spælt harðan og kontantan fótbólt.
Men Dagfinn Forná kom væl frá dystinum, sum endaði við 2-0 sigri til slovenska liðið. Tríggjar ferðir hevði føroyski dómarin gula kortið á lofti.
Sunnudagin dømdi Petur Reinert dystin millum donsku meistararnar, FC Keypmannahavn, og Shaktar Donetsk úr Ukreina. Fyri bæði liðini var talan um ein týðandi dyst, tí vinnarin skuldi spæla finaluna í Copa Del Sol Cup 2012, ímóti russiska Spartak Moskva.
Dysturin endaði við 2-0 sigri til FCK. Fýra gul kort vórðu givin, trý til danska liðið og eitt til Shaktar Donetsk.
Eftir hesar dystir fingu føroysku dómararnir bara góð orð við á vegnum, og sum heild vóru fyriskiparar og leikarar væl nøgdir við avrikini sum Dagfinn Forná og Petur Reinert sýndu undir kappingini. Og sjálvir vóru Dagfinn Forná og Petur Reinert væl nøgdir við egin avrik, serliga tá hugsað verður um, at teir millum lítið og einki hava dømt í føroyum, síðani kappingin endaði í oktober í fjør.
Copa Del Sol Cup 2012 varð vunnin av Spartak Moskva. Í finaluni vann russiska liðið 1-0 ímóti FC Keypmannahvn.