Dagfinn Forná verður maðurin við floytuni, tá finalan um Løgmanssteypið verður spæld á Tórvølli leygardagin 25. august
Nú er greitt, at tað verður Dagfinn Forná sum skal døma finaluna um Løgmanssteypið, ið verður spæld á Tórsvølli komandi leygardag, har EB/Streymur og Víkingur bresta saman.

Dagfinn Forná byrjaði sum dómari í 1997, og hevur hesi fimtan árini dømt yvir 300 dystir í vaksnamannadeildini. Hetta er aðru ferð at rituvíkingurin skal leiða finaluna um Løgmanssteypið. Fyrru fer var í 2006, tá B36 og KÍ møttust í finaluni.

Hjálpardómarar verða Edvard Højgaard og Kristian Sofus Petersen, meðan Eiler Rasmussen verður 4. dómari.

Finalan um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd kl. 19:45 leygardagin 25. august.

Steypafinaluna hjá kvinnum, sum verður spæld leygardagin kl. 16:15, dømur Elsa Andreassen, og hjálpardómarar verða Jan Hermansen og Bent T. Linklett. 4. dómari verður Thorvald Petersen.