Í døgunum 3. og 4. mai verður skipað fyri Coerver-impulsvenjaraskeiði í FSF-húsinum
Útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya skipar í døgunum 3. og 4. mai fyri Coerver impulsvenjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.
Byrjað verður hóskvøldið 3. mai kl. 18 til 21, og hildið verður fram fríggjadagin 4. mai, sum er Dýribiðidagur, frá kl. 9 til kl. 18:00.
Coerver-impulsvenjaraskeiðið er í alt 12 tímar.
ENDAMÁL/INNIHALD
Coerver Coaching er ein venjingarháttur, ið er altjóða góðkendur, og sum leggur seg eftir at betra fótbóltsførleikarnar hjá øllum, kanska serliga teimum frá 5 til 16 ára gomlu leikarunum.
Luttakararnir sleppa at síggja og hoyra ein av fremstu Coerver-instruktørunum, Brad Douglass, bæði í undirvísingarhølinum og á vøllinum. Men ætlanin er eisini, at luttakararnir sleppa at luttaka í praktikkini, fyri á egnum kroppi at royna Coerver-venjingarháttin.
Eftir skeiðið skuldu luttakararnir millum annað:
– Havt innlit í meginreglurnar í Coerver-venjingarháttinum
– Fingið fleiri hugskot til venjing við egnum leikarum
– Lært at skipa venjingina, so hon er stuttlig og avbjóðandi alt árið
Alt við tí endamáli, at betra um fótbóltsførleikarnar hjá leikarunum.
KOSTNAÐUR
Luttøkugjaldið er 600 kr. Tó er skeiðið ókeypis fyri kvinnur.
TILMELDING
Tey, ið ynskja at luttaka á Coerver-impulsvenjaraskeiðnum, verða biðin um at útfylla Tilmeldingarlepan, og senda hann til [email protected], ella fax 31 90 79, innan hósdagin 26. apríl 2012.