FSF skipar fyri tveimum impulsskeiðum í mars mánaða. 13. og 14. mars er Coerver á skránni, og eina viku seinni verður skeið um Leiðslu
Annað og triðja vikuskiftið í mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiðum í FSF-húsinum í Havn.

Í døgunum 13. og 14. mars verður Coerver-skeið á skránni, og eina viku seinni, leygardagin 21. mars verður skipað fyri skeiði í leiðslu.

COERVER

Coerver-skeiðið verður fríggjadagin 13. mars frá klokkan 17:30 til 20:00, og heldur fram leygardagin 14. mars frá klokkan 09:00 til 16:00.

Skeiðið telur 10 tímar sum impulsskeið hjá venjarum við A ella B-prógvi.

Endamál/innihald:
Coerver Coaching er ein venjingarháttur, sum er altjóða viðurkendur, og sum leggur seg eftir at betra fótbóltsførleikarnar hjá øllum, serliga børnum og ungum.

Luttakararnir sleppa at síggja og hoyra ein av fremstu Coerver-instruktørunum, Brad Douglass, bæði í undirvísingarhølinum og á vøllinum. Men ætlanin er eisini, at luttakararnir sleppa at luttaka í praktikkini, fyri á egnum kroppi at royna Corver-venjingarháttin.

Eftir skeiðið skuldu luttakararnir millum annað:
– Havt innlit í meginreglurnar í Coerver-venjingarháttinum
– Fingið fleiri hugskot til venjing við egnum leikarum
– Lært at skipa venjingina, so hon er stuttlig og avbjóðandi alt árið

Skeiðið er grundað trý evni:
– Menning av barna- og ungdómsleikarum
– At taka rættar avgerðir á vøllinum
– 1v1 – at gera veruliga munin

Málbólkur: Allir venjarar

Instruktørur: Brad Douglass.

Kostnaður: 750 kr. (ókeypis fyri kvinnur)

Sendast: [email protected] ella á fax nr 319079 í seinasta lagi mánadagin 2. mars 2015.

Tilmeldingarskjal Coerver

LEIÐSLA

Impulskeið um leiðslu í fótbólti verður leygardagin 21. mars klokkan 9.00-16.00 í FSF-húsinum.

Skeiðið telur 7 tímar sum impulsskeið hjá venjarum við A ella B-prógvi.

Endamál/Innihald:
Dugnaliga leiðslan fær oftast øll í bólkinum/á liðnum at hava kensluna av at vera sædd, góðtikin og virðismett – samanumtikið at trívast. Og trivnaður er ein av mest týðandi fyritreytunum fyri ítróttarligari viðgongd.

Calle Barrling og Mikael Fahlèn hava skrivað bókina “Lederskapsande – om mennesker, som spelar fotboll”. Bókin kom út í mai 2014.

Skeiðið tekur støði í bókini, og har verður komið inn á tað, sum kann kallast LEIÐSLU-DNA’ið í breiðastu merking, men serstakliga í fótbólti.

Komið verður inn á hvat, hví og hvussu lið og einstaklingar kunnu brúka sínar førleikar optimalt.

Calle Barrling og Mikael Fahlèn hava, umframt útbúgvingarligar fyritreytir, eisini drúgvar royndir frá fótbóltinum til at umrøða evnið Leiðsla. Eitt nú hava teir báðir verið svenskir U-landsliðsvenjarar.

Málbølkur: Venjarar hjá vaksnum og børnum, kvinnum og monnum, umframt aðrir leiðarar í fótbóltinum / ítrótti.

Instruktørar: Calle Barling og Mikael Fahlèn.

Kostnaður: 500 kr. (ókeypis fyri kvinnur)

Sendast: [email protected] ella á fax nr 319079 í seinasta lagi mánadagin 2. mars 2015.

Tilmeldingarskjal Leiðsla