Forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian F. Andreasen er afturvaldur sum limur í yvirkærunevndini hjá FIFA, galdandi næstu fýra árini

Hósdagin varð árligi aðalfundurin hjá FIFA hildin í Bahrein. Seinastu tíðina hava nógvar rembingar verið í felagsskapinum, og regluverkið er broytt munandi. Millum annað eru reglurnar fyri løgfrøðisligu stovnarnar broyttar. Hesir stovnar skulu nú verða mannaðir við serkønum fólki, og eisini í ein ávísan mun við uttanveltaðum limum.

 

Á aðalfundinum hesaferð valdi FIFA millum annað limir í aganevndina, etisku nevndina og yvirkærunevndina. Í hesum sambandi varð forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian F. Andreasen afturvaldur sum annað umboði hjá Evropa í yvirkærunevndina, galdandi næstu fýra árini.

 

Yvirkærunevndin tekur støðu til kærur viðvíkjandi avgerðum, sum aganevndin og etiska nevndin hava tikið. Yvirkærunevndin er sostatt hægsti løgfrøðiligi myndugleiki í FIFA.

 

Meðan FSF-forsetin varð afturvaldur, hevur yvirkærunevndin fingið nýggjan formann og nýggjan næstformann. Nýggjur formaður er Thomas Bodstrøm, og er fyrrverandi svenskur løgmálaráðharri. Nýggi næstformaðurin í yvirkærunevndini er úr USA, og eitur Neil Eggleston. Hann er professari í løgfrøði, og hevur starvast sum løgfrøðisligur ráðgevi í Hvítu húsunum undir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama.

 

Christian F. Andreasen er 57 ára gamal. Hann bleiv valdur til forseta í Fótbóltssambandi Føroya í 2010, og hevur síðani 2013 verið limur í yvirkærunevndini hjá FIFA.