Ikki óvæntað gjørdist tað toppskjúttin í UEFA Champions League, Árni Frederiksberg úr KÍ, ið bleiv valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í juni og juli mánað
——————
– Ja, hvat skal man siga…? Tað hevur gingið sera væl í heimligu kappingini, og í evropeisku dystunum hevur eisini hilnast væl. Og so at fáa hendan heiðurin afturat, er slett ikki so galið. Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri, men hesin heiður skal eisini deilast við mínar liðfelagar og øll hini rundan um liðið, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.
Tað munnu vera fá fótbóltsáhugaði, fyri ikki at siga eingin, ið ikki hava hoyrt um Árna Frederiksberg í summar.
Hann er ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ liðnum, og nú nærum tveir triðingar av landskappingini er spæld, hevur Árni Frederiksberg skorað 8 mál. Samstundis hevur vinstrabeinti runavíkingurin í Klaksvík av álvara prógvað, at høgra beinið eisini er vandamikið.
Men tað eru ikki bara føroysku mótstøðuliðini, ið hava fingið høvuðbrýggj av Árna og hansara bóltførleika. Eisini ungarsku, svensku og norsku meistarunum hevur hann drigið til vitloysi, og í løtuni er hann toppskjútti í UEFA Champions League 2023/2024, ið av mongum verður skýrd at vera heimsins sterkasta fótbóltskapping.
Og nú besti spælari í juni og juli mánað skuldi kjósast í Betri Deildini hjá monnum, fekk Árni Frederiksberg úr KÍ flestar atkvøður. Nummar 2 bleiv Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur, og á einum deildum triðja plássi endaðu Brian Jakobsen úr AB, og René Shaki Joensen úr KÍ.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Árni Frederiksberg handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri. Tað var pápi Árna, Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Myndir: Hans Erik Danielsen