UEFA hevur kunngjørt broytingar í Champions League kappingini fyri kvinnur, sum føroyameistararnir tryggja sær luttøku í


Sum liður í áhaldandi arbeiðnum fyri at menna kvinnufótbóltin í Evropa, fremur fótbóltssamgongan nú broytingar í Champions League kappingini fyri bestu kvinnuliðini. Broytingin er sum at traðka inn í eina heilt nýggja tíð, sigur Anja Rein, starvsnevndarlimur við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Heilt stóra broytingin snýr seg um peningaligu upphæddirnar, sum liðini í Champions League nú fara at spæla um. Samanlagt verða umleið 178,5 milliónir krónur goldnar út til feløgini, antin sum vinningar ella sum sonevndur solidaritetspeningur. Størstu upphæddirnar fara til liðini, sum koma longst í kappingini, men fyri at gera skipanina burðardygga og mennandi fyri kvinnufótbóltin sum heild, hevur UEFA eisini gjørt av at lata solidaritetspening til liðini í bestu deildunum, sum ikki vinna sær luttøku í Champions League.

Fyri føroysku feløgini merkir hetta, at upphæddin til føroyameistaran fyri at luttaka í kappingini verður fleirfaldað, meðan hini liðini í bestu deildini fáa lut í solidaritetspeninginum, sum verður býttur millum meistaradeildirnar í øllum limalondunum.

Nýggi leisturin ber boð um eina nýggja tíð fyri kvinnufótbóltin, heldur Anja Rein, starvsnevndarlimur. 

– Hetta er næstan sum at traðka inn í eina nýggja tíð fyri kvinnufótbóltin, og hetta ber boð um, at vit veruliga eru á veg fram. Tað er slóðbrótandi og hevur ótrúliga nógv at siga fyri menningina, at so stórar íløgur verða gjørdar í kvinnufótbóltin, sigur hon. Hon leggur afturat, at tað eisini er hugagott, at hugsað verður um at lyfta heildina. 

– Fyri føroyameistaran er tað fantastiskt, at tað ikki longur verður fíggjarliga trongt at taka lut í Champions League, men tað er eisini gott at vita, at UEFA eisini tekur hædd fyri hinum liðunum í heimligu kappingini, tí tað kann meira sannlíkt geva eina sunna og mennandi kapping, sigur hon.

Kappingarliga minnir nýggi leisturin um tað, sum vit kendu áðrenn, har føroyameistarin luttók í innleiðandi bólkakapping móti trimum øðrum liðum. Í nýggju útgávuni verða fýra lið eisini bólkaði saman í fyrsta umfari, men ístaðin fyri at spæla ímóti øllum hinum liðunum, skulu tey nú fyrst spæla hálvfinalu og finalu ella dyst um triðja/fjórða plássið í bólkaspælinum fyri at staðfesta plaseringarnar. Hetta merkir í stuttum, at innleiðandi bólkaspælið nú fevnir um tveir leikdagar ístaðin fyri tríggjar.

Sum føroyameistari frá í fjør hevur KÍ tryggjað sær pláss í Women’s Champions League í ár. Mótstøðuliðini hjá teimum í fyrsta umfari verða funnin við lutakasti í juni mánaða, og dystirnir verða spældir í august.

Til ber at lesa meira um nýggju útgávuna av Women’s Champions League her.