Skráin fyri dystirnar í Nations League er nú klár. Fyrsti dystur verður fríggjadagin 7. september, tá maltesar koma á vitjan á Tórsvølli

Á middegi mikudagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League. Føroyar spæla í 4. deild, og komu í bólk 3 saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo.

 

Leikskráin fyri bólkaspælið er nú klár, og fyrsti dystur verður á heimavølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45, tá maltesar koma á vitjan á Tórsvølli. Tríggjar dagar seinni spælir føroyska liðið á útivølli móti Kosovo.

 

Skráin sær soleiðis út

07.09.2018 Føroyar – Malta

10.09.2018 Kosovo – Føroyar

11.10.2018 Føroyar – Aserbadjan

14.10.2018 Føroyar – Kosovo

17.11.2018 Aserbadjan – Føroyar

20.11.2018 Malta – Føroyar

 

Øll skráin fyri UEFA Nations League sæst her: UEFA Nations League / Leikskrá

 

Atgongumerki til dystirnar í UEFA Nations League fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.