Nú er greitt, at dysturin millum AB og HB, ið skuldi verði spældur sunnudagin 15. september, í staðin verður spældur mikudagin 25. september, kl. 17:00

Eftir syrgiligu arbeiðsvenlukkuna við vøllin á Argjum í seinastu viku, varð dysturin í Effodeildini millum AB og HB, ið skuldi verði spældur sunnudagin 15. september, útsettur. 

Feløgini eru síðani vorðin samd um, at grannauppgerðin millum AB og HB verður spæld á Argjum mikudagin 25. september, kl. 17:00.

Somuleiðis er dysturin millum B36 og KÍ, ið upprunaliga átti at verði spældur sunnudagin 22. september, framskundaður til fríggjadagin 20. september, kl. 18:00.

Leggjast kann afturat, at dystirnir ímillum EB/Streym og NSÍ, og 07 Vestur og Víking, ið skuldu vera á skránni 21. juli, men vegna Europa Cup-luttøku hjá EB/Streymi og Víkingi vórðu útsettir, verða spældir í morgin, mikudagin 18. september.

Skráin fyri komandi dagarnar:

Mikudagin 18. september:
EB/Streymur – NSÍ, kl. 18:00
07 Vestur – Víkingur

Fríggjadagin 20. september:
B36 – KÍ, kl. 18:00

Sunnudagin 22. september:
Føroyar – Skotland, kl. 17:15 (Kvinnur, HM-undankappingardystur á Tórsvølli)
HB – EB/Streymur, kl. 15:00
Víkingur – AB
TB – NSÍ
ÍF – 07 Vestur

Mikudagin 25. september:
AB – HB, kl. 17:00