Europa League luttøkan hjá Víkingi hevur við sær, at neyðugt er at gera ávísar broytingar í leikskránni í EFFO-deildini
Hósdagin í síðstu viku skrivaði Víkingur føroyska fótbóltssøgu, tá tað eydnaðist felagnum úr Gøtu og Leirvík sum fyrsta føroyska felag nakrantíð, at spæla seg í 3. umfar í Europa League kappingini.

Altjóða avrikið hjá Víkingi í ár hevur samstundis við sær, at neyðugt er at gera ávísar broytingar í leikskránni í EFFO-deildini.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tískil avgjørt, at næstu tríggir dystirnir hjá Víkingi verða spældir soleiðis:

ÍF – Víkingur, fluttur frá 3. august til mánadagin 4. august
Víkingur – EB/Streymur, fluttur frá 10. august til mánadagin 11. august
NSÍ – Víkingur, fluttur frá 30. juli til mikudagin 17. september

Fyrri dystur í 3. umfari í Europa League millum Víking og kroatiska liðið, HNK Rijeka, verður spældur á Tórsvølli hósdagin 31. juli, kl. 19:00.