Effo-deildin: Vegna veður er dysturin á Argjum millum AB og B36 fluttur til leygardagin, og somuleiðis er dysturin á Toftum framskundaður tveir tímar
Annað umfar í Effo-deildini skuldi eftir ætlan verðið sparkað í gongd fríggjadagin kl. 17:15, tá AB og B36 skuldu fara á vøllin inni í Vika á Argjum.

Men keðiliga veðrið gjørdi, at dómarin, Petur Reinert, avgjørdi at útseta dystin til leygardagin kl. 13:00.

Somuleðis er dysturin á Toftum fluttur, og verður í staðin spældur leygardagin kl. 15:00, og ikki klokkan 17:00, ið annars upprunaliga var ætlanin.

Dystirnir í 2. umfari verða sostatt leiktir hesar tíðir:

Leygardagin, 22. mars
AB – B36, kl. 13:00
HB – ÍF, kl. 15:00
B68 – EB/Streymur, kl. 15:00

Sunnudagin, 23. mars
Skála – NSÍ, kl. 14:00
KÍ – Víkingur, kl. 15:00