Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, og í kappingini um Løgmanssteypið. Millum annað verður steypafinalan spæld leygardagin 4. desember

——————

Broytingar í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins, korona og luttøka hjá føroysku liðunum í evropeiskum fótbólti eru millum annað orsøkin til, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur framt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, umframt í kappingini um Løgmanssteypið.

Í kappingini um Løgmanssteypið er avgjørt, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. november, meðan seinni hálvfinalurnar verða á skránni 27. og 28. november. Finalan verður á Tórsvølli leygarkvøldið 4. desember.

Útsetti dysturin í fjórðingsfinaluni millum B71 og HB er settur at verða Inni í Dal á Sandi mikudagin 22. september.

Í landskappingini eru eisini fleiri flytingarnar av dystum farnar fram. Eftir ætlan skuldu HB og KÍ bresta saman ólavsøkudag, men orsaka av evropeiskari luttøku hjá HB, verður hesin dystur í staðin spældur mikudagin 20. oktober.

Seinasta og næstseinasta umfar í Betri Deildini hjá monnum verða spæld leygardagin 30. og sunnudagin 24. oktober.

Øll leikskráin í Betri Deildini hjá monnum sæst H E R