Í kappingarreglunum fyri yngru deildirnar eru smávegis broytingar framdar, og koma hesar í gildi frá og við kappingarárinum 2013
Í høvuðsheitum eru hesar broytingar framdar:

– Nú er undantaksregla til aldursmark sett inn í §2.

– Seinasti dagur hjá leikarum í yngru deildunum at skifta felag, er broytt frá 10. august til 31. august í kappingarárinum.

– Serreglan viðvíkjandi gulu kortunum í Dreingir U18 er strikað. Tað vil siga, at skipanin við gulum kortum í Dreingir U18, er eins og ásett í Kappingarreglum fyri fótbólt..

Omanfyri nevndu broytingar vórðu samtyktar í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya 5. mars 2013, og koma hesir broytingar í gildi beinanvegin.