UEFA hevur nú avgjørt, at framyvir verður tað ikki tapandi steypafinalisturin, ið yvirtekur Europa League plássið, um so er, at steypavinnarin eisini verður meistari ella endar millum trý tey ovastu liðini í landskappingini
Leygardagin 30. august verður árliga steypafinalan hjá monnum spæld á Tórsvølli. Í ár eru tá Víkingur og HB, ið skulu takast í ársins seinasta dysti um Løgmanssteypið, og fyri bæði liðini stendur nógv upp á spæl, tí vinnarin tryggjar sær samstundis luttøku í Europa League í 2015.

Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at um so er, at steypavinnarin eisini vinnur meistaraheitið og harvið tryggjar sær pláss í Champions League, so hevur tapandi finalisturin yvirtikið Europa League plássið, ið steypavinnarin annars hevur vunnið sær rættindi til.

Men hetta er nú broytt. UEFA hevur avgjørt, at um steypavinnarin eisini verður nummar 1, 2 ella 3 í landskappingini, so verður tað nummar 4, ið fær seinasta Europa League plássið.

Síðani Víkingur varð stovnað í 2008, hevur felagið úr Gøtu og Leirvík vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir, meðan hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at HB er annar parturin í steypafinaluni hjá monnum. HB hevur annars vunnið steypafinaluna fimm ferðir síðani 1989, tá spælt varð fyrstu ferð um Løgmanssteypið.

Steypavinnarar síðani 1989:
1989 – HB (HB – B71 2-0)
1990 – KÍ (GÍ – KÍ 1-6)
1991 – B36 (B36 – HB 1-0)
1992 – HB (HB – KÍ 1-0)
1993 – B71 (HB – B71 1-2)
1994 – KÍ (B71 – KÍ 1-2)
1995 – HB (B68 – HB 1-3)
1996 – GÍ (GÍ – HB 5-3)
1997 – GÍ (GÍ – VB 6-0)
1998 – HB (HB – KÍ 2-0)
1999 – KÍ (B36 – KÍ 1-3)
2000 – GÍ (HB – GÍ 0-1)
2001 – B36 (KÍ – B36 0-1)
2002 – NSÍ (NSÍ – HB 2-1)
2003 – B36 (B36 – GÍ 3-1)
2004 – HB (NSÍ – HB 1-3)
2005 – GÍ (ÍF – GÍ 1-4)
2006 – B36 (B36 – KÍ 2-1)
2007 – EB/Streymur (HB – EB/Streymur 3-4)
2008 – EB/Streymur (EB/Streymur – B36 3-2)
2009 – Víkingur (Víkingur – EB/Str. 3-2)
2010 – EB/Streymur (ÍF – EB/Streymur 0-1)
2011 – EB/Streymur (EB/Streymur – ÍF 3-0)
2012 – Víkingur (EB/Str. – Víkingur 5-6)
2013 – Víkingur (Víkingur – EB/Str. 2-0)