Av tí at EB/Streymur og Víkingur hava spælt seg víðari í Champions League og Europa League, hevur verið neyðugt at gjørt broytingar í leikdøgunum í Effodeildini
Í samband við at EB/Streymur og Víkingur hava spælt seg víðari í ávikavist Champions League og Europa League-kappingini, hevur verið neyðugt at gjørt broytingar í leikdøgunum í Effodeildini.

Sundalagsmenn skulu í eldin aftur týsdagin 16. juli, tá teir í Georgia skulu spæla ímóti Dinamo Tbilisi, meðan Víkingur hósdagin 18. juli skal royna seg á útivølli móti rumenska Petrolul. Returdystirnir verða spældir í komandi viku, og tá spæla EB/Streymur og Dinamo Tbilisi á Tórsvølli í Havn týsdagin 23. juli, kl. 20:00, og hósdagin 25. juli, kl. 20:00, spæla Víkingur og Petrolul á Svangaskarði á Toftum.

Broytingar í leikskránni
Eftir ætlan vóru fimm dystir á skránni komandi sunnudag, men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dystirnir EB/Streymur-NSÍ og 07 Vestur-Víkingur verða fluttir til 18. september. Tó kann verða, at annar av hesum dystum verður spældur 25. august, um endaligu úrslitini í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið tala fyri tí.

Í 17. umfari var ætlanin, at dysturin millum Víking og TB skuldi spælast 27. juli, men er ístaðin fluttur til ólavsøkudag, mánadagin 29. juli.

Eisini í 20. umfari hevur verið neyðugt við broytingum í leikskránni í Effodeildini. Mikudagin 14. august skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla venjingardyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík móti Íslandi, og tí er dysturin millum NSÍ og EB/Streym, sum eftir ætlan skuldi spælast fríggjadagin 16. august, fluttur til sunnudagin 18. august, tá allir hinir dystirnir í 20. umfari eisini verða spældir.

16. umfar:

21. juliÍF – TB
21. juliHB – KÍ
21. juliAB – B36
18. septemberEB/Streymur – NSÍ *
18. september07 Vestur – Víkingur *

17. umfar

27. juliAB – EB/Streymur
27. juli07 Vestur – KÍ
28. juliB36 – ÍF
29. juliVíkingur – TB
29. juliHB – NSÍ

18. umfar:

4. augustNSÍ – ÍF
4. augustTB – HB
4. augustB36 – EB/Streymur
4. augustKÍ – Víkingur
5. augustAB – 07 Vestur

19. umfar

10. augustKÍ – ÍF
11. augustHB – Víkingur
11. august07 Vestur – B36
11. augustEB/Streymur – TB
11. augustNSÍ – AB

20. umfar

18. augustKÍ – HB
18. augustB36 – AB
18. augustVíkingur – 07 Vestur
18. augustTB – ÍF
18. augustNSÍ – EB/Streymur

*) Kann verða fluttur til 25. august, um endaligu úrslitini í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið tala fyri tí.