Rógvi E. Nielsen og Beinir Ellefsen verða ikki klárir til næstu tveir dystirnar hjá U21-landsliðnum, vegna skaða, meðan Rógvi Joensen av persónligum orsøkum ikki verður tøkur til dystin á útivølli móti Montenegro komandi týsdag
Beinir Ellefsen úr AB og Rógvi Egilstoft Nielsen, ið til dagliga spælir fyri EB/Streymi, verða ikki tøkir til næstu EM-undankappingardystirnar hjá føroyska U21-landsliðnum.
Báðir eru so mikið skaddir, at teir ikki verða klárir til komandi tveir dystirnar, sum eru ímóti Rumenia fríggjadagin og Montenegro týsdagin í komandi viku.
Somuleiðis er greitt, at Rógvi Joensen úr TB ikki verður við, tá føroyska ferðalagið leygarmorgunin setir kós móti Montenegro, har EM-undankappingardystur er á skránni týsdagin 11. juni.
Í staðin hava Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, sent boð eftir Pál Mohr Joensen úr HB.
Upprunaliga vórðu 20 leikarar úttiknir til dystin ímóti Rumenia, og síðani skuldi tveir leikarar sáldast frá hópinum til útidystin móti Montenegro. Men hetta verður kortini ikki neyðugt.
Fríggjadagin 7. juni, kl. 17:45 spælir U21-liðið á Svangaskarði á Toftum, har rumenar koma á vitjan. Leygarmorgunin setir føroyska U21-landsliðið síðani kós ímóti Montenegro, har EM-undankappingardystur verður spældur týsdagin 11. juni.