Lars Olsen, landsliðsvenjari, vónar, at Føroyar koma í bólk saman við Onglandi, Danmark, Noreg, Wales og Norðurírlandi í næstu EM-undankapping
– Sum heild kann tað vera líkamikið hvørjum londum vit koma í bólk saman við, tí tað verður sera torført óansæð, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, í samband við EM-lutakastið, sum verður sunnudagin 23. februar.
Í heyst verður hol sett á eina nýggja undankapping til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi í 2016. Fyrireikingarnar til undankappingina byrja so smátt seinni í hesum mánaðinum, tá landsliðið fer á venjingarlegu í Mijas í suður-Spania.
– Bretski og norðurlendski spælistílurin passar væl til okkum, og tí vóni eg, at vit blíva bólkaðir saman við Onglandi, Danmark, Noreg, Wales og Norðurírlandi. Flestu føroyingar fylgja væl við í enskum fótbólti, og har afturat eru serlig bond millum Føroyar og Danmark, og tí hevði verið áhugavert at spælt ímóti teimum aftur, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Hinvegin hevur landsliðsvenjarin ongan áhuga í at koma í bólk við fleiri av suður- og eystureuropeiskum londunum. Føroyska landsliðið hevur eisini tapt stórt ímóti fleiri av hesum londum, serliga teimum eystureuropeisku.
– Vit vita, at suður- og eystureuropeisku londini spæla typiskt skjótan fótbólt, við nógvum flytingum, og tað passar illa fyri okkara leikarar. Eftir mínum tykki vildi marrubólkurin hjá okkum tí verið Spania, Belgia, sum í løtuni hevur eitt tað besta landsliðið í Europa, Serbia, Bulgaria og Makedonia, sigur Lars Olsen.
Komandi EM-undankapping byrjar í september. Fýra dystir verða spældir í ár, meðan seks undankappingardystir verða í 2015.