Yngsti maður í føroyska hópinum, Brandur Hendriksson Olsen trýr veruliga uppá, at Føroyar kann fáa stig ímóti Rumenia. Men tað verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva
– Eg vænti ein strævnan og torføran dyst ímóti Rumenia. Teir hava eitt rættuliga gott landslið, og eru nokk eitt sindur betri enn Grikkaland. Uppgávan verður ikki løtt, men tað ber til at fáa stig. Soleiðis sigur yngsti maður í føroyska landsliðshópinum, Brandur Hendriksson Olsen um dystin ímóti Rumenia komandi sunnudag.

Føroyar hava fýra ferðir áður møtt Rumenia í undankappingardysti, og enn eigur føroyska liðið fyrstu stigini til góðar. Í undankappingini til HM 1994 vann Rumenia 4-0 á Svangaskarði, og heili 7-0 á heimavølli. Síðani møttust Føroyar og Rumenia aftur í undankappingini til HM 2010, og tá vunnu rumenar ein tepran 1-0 sigur í Føroyum, meðan dysturin í Rumenia endaði við 3-1 sigri til heimaliðið. Føroyska málið skoraði Egil á Bø.

– Teir spæla typiskt eystureuropeiskt, við nógvum smáspæli og flyta bóltin skjótt, fyri at gera tað torført fyri okkum at fylgja við. Men klára vit at hava sama stríðsvilja, sum ímóti Grikkalandi, har vit arbeiddu sum eitt lið, so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit. Men tað krevur nógv av øllum spælarunum, sigur Brandur H. Olsen, og leggur afturat, at verjuspælið og tað mentala skal vera 100 prosent í lagi frá fyrsta bríksli, um vit skulu røkka okkara máli.

– Samstundis skulu vit tora og royna at spæla okkara spæl, og gera tað torført fyri teir. Tí, sum vit hava sæð í undanfarnu dystin, so ber tað væl til, sigur miðvallarin úr Skálavík.

Til dystin sunnudagin á Ilie Oana Stadion í Ploiesti í Rumenia, skal føroyska liðið fyri fyrstu ferð í langa tíð royna seg uttan liðskiparan, Fróða Benjaminsen, Hallur Hansson og Jónas Þór Næs. Men hóast fráveruna hjá hesum trimum, so roknar Brandur H. Olsen við, at aðrir væntandi kunnu røkja teirra uppgávu hesaferð.

– Tað verður sjálvandi saknur í teimum. Fróði, Hallur og Jónas hava drúgvar royndir í landsliðshøpi, og teir vita hvat skal til, fyri at fáa góð úrslit. Men vit hava aðrar, ið væntandi kunnu traðka til ímóti Rumenia, sigur Brandur Hendriksson Olsen at enda.

Fimti undankappingardystur millum Rumenia og Føroyar verður spældur sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.

Myndir: Hans Erik Danielsen