Landsliðsvenjarin hevur gjørt tvær broytingar á føroyska liðnum síðani dystin ímóti norðurírum. Sølvi Vatnhamar og Brandur Olsen verður við frá byrjan ímóti Ungarn
Í kvøld kl. 19:45 spælir føroyska fótbóltsslandsliðið triðja dystin í undankappingini til EM 2016, tá Ungarn fyri fyrstu ferð nakrantíð vitjar í Føroyum. Og til landsdystin ímóti ungarum hevur Lars Olsen valt at gera tvær broytingar á liðnum, í mun til dystin ímóti Norðurírlandi fyri trimum døgum síðani.
Brandur Olsen spældi seinastu minuttirnar í Belfast, men verður hesaferð við frá byrjan, og har afturat hevur landsliðsvenjarin gjørt av, at Sølvi Vatnhamar skal fáa sína debut í landsliðshøpi, tá føroyska liðið rennir inn á Tórsvøll í kvøld.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.
Á miðvøllinum verður Christian Lamhauge Holst í vinstru síðu, meðan Sølvi Vatnhamar verður í høgru. Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen vera mitt fyri, meðan Brandur Olsen verður framrættaður miðvallari.
Í føroyska álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.
Dysturin millum Føroyar og Ungarn byrjar kl. 19:45. Atgongumerkir kunnu keypast í FAST í Gundadali til kl. 16:00, og síðani við inngongdirnar til Tórsvøll ein tíma áðrenn dysturin byrjar.