Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til Nations League dystin móti Malta. Aftaná venjingina mikudagin fekk FSF Varpið orðið á Brand Hendriksson Olsen

Fríggjadgin 7. september klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnnum fyrsta dystin í UEFA Nations League. Mótstøðuliðið er Malta, sum á seinast dagførda FIFA-styrkislistanum er nummar 184.

 

Men í føroyska hópinum eru menn samdir um, at tað er av stórum týdningi, at maltesar ikki verða undirmettir, tí hetta verður heilt víst ein stór uppgáva.

 

Fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum hava gingið væl. Mánadagin og týsdagin varð vant á Hoyvíksvøllinum, meðan venjingin mikudagin var á Tórsvølli. Aftaná venjingina mikudagin fekk FSF Varpið orðið á Brand Hendriksson Olsen, sum veruliga gleðir seg til at spæla landsdyst aftur.