Tað gekk sum eftir ánni hjá U19 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Moldova. Føroyar vunnu bólkin við 7 stigum og málmuninum 11-2


– Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn errin og glaður um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað. Serliga í dystinum móti Estlandi – tá vit eru aftanfyri við tveimum í steðginum – megna tær at reisa seg, og dysturin endar við javnleiki. Hetta vísir eisini teirra mentalu styrki, sigur venjarin hjá U19 gentunum, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar heili 7-0 á vertstjóðini Moldova. Brá Zakariasardóttir skoraði trý mál, Sólja Ernstdóttir gjørdi tvey, meðan Eydna Olsen Dalheim og Helga Mikkelsen skoraðu hvør sítt.

Í øðrum dystinum vunnu føroysku genturnar 2-0 á Kýpros. Málini skoraðu Brá Zakariasardóttir og Eydna Olsen Dalheim.

Triðji dysturin í kappingini gjørdist ein veruliga finala millum Føroyar og Estland, og tað sá leingi út til, at estlendsku genturnar fóru avstað við 1. plássinum í bólkinum. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til Estland.

Men so komu okkara í gongd. Brá Zakariasardóttir minkaði um munin við sínum fimta máli í kappingini, og tá ein minuttur var spældur út yvir vanligu leiktíðina, javnaði Helga Mikkelsen til 2-2.

Føroyar vunnu bólkin við 7 stigum, og málmuninum 11-2, meðan Estland, ið eisini fekk 7 stig, endaði við málmuninum 7-3. Kýpros fekk 3 stig, og aftast var Moldova við ongum stigi. Samlaði sigurin hevur við sær, at U19 genturnar flyta upp í deild A í næstu EM undankapping, sum verður í heyst.

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Vit royna alla tíðina at spæla framrættaðan fótbólt, og tað sær út til at rigga væl. Vit klára eisini at leggja hini liðini undir trýst meginpartin av tíðini í øllum trimum dystunum, og tað eri eg sera glaður fyri, at vit klára, samstundis sum vit vinna sannførandi, sigur Sigtór Petersen og leggur aftur at, at hann sær nógv gott í hesum árganginum.

– Nógvar av teimum koma heilt sikkurt at banka upp á til A landsliðið um stutta tíð, og tað verður uttan iva spennandi at fylgja teimum í framtíðini.

Málskjúttarnir ímóti Moldova. F.v.: Helga Mikkelsen, Eydna Olsen Dalheim, Sólja Ernstdóttir og Brá Zakariasardóttir – Mynd: Jógvan Páll Joensen