Landskappingin í Effodeildini fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt 9. og 10. mars
Kappingarárið 2013 í fremstu deildini hjá monnum verður allarhelst eitt tað drúgvasta nakrantíð.

Spælast skulu 27 landskappingardystir, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, umframt at A-landsliðið skal spæla sjey HM-undankappingardystir komandi ár.

Har afturat skal føroyska U21-landsliðið væntandi spæla sjey ella átta undankappingardystir í 2013.

Tí má kappingarárið byrja nakað fyrr enn vanligt, og í samráð við feløgini, hevur Fótbóltssamband Føroya avgjørt, at Stórsteypadysturin, sum er millum meistararnar og steypavinnarin, verður spældur sunnudagin 3. mars.

Og eina viku seinni, leygardagin 9. mars, verða fyrstu dystirnir í 1. umfar í Effodeildini spældir, tá fýra dystir eru á skránni, meðan ein dystur í fremstu deildini hjá monnum verður spældur sunnudagin 10. mars.

1. umfari í Effodeildini 2013 verður spælt soleiðis:
EB/Streymur – 07 Vestur
ÍF – AB
HB – B36
KÍ – TB
Víkingur – NSÍ (sunnudagin 10. mars)

ÍF og NSÍ á ólavsøku
Seinastu árini hevur landskappingardystur verði spældur á ólavsøku, og soleiðis verður eisini komandi ár, tá 17. umfar í Effodeildini 2013 er á skránni.
Fyrsti ólavsøkudysturin verður spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av EB/Streymi. Ólavsøkuaftan tekur B36 móti ÍF, meðan HB og NSÍ møtast í Gundadali Ólavsøkudag.
Hinir báðir dystirnir í 17. umfari eru Víkingur – TB og 07 Vestur – KÍ.

Seinasta umfar í Effodeildini komandi ár verður spælt leygardagin 26. oktober, og er hetta nakað seinni enn undanfarin ár.

27. umfar í Effodeildini 2013:
KÍ – 07 Vestur
TB – Víkingur
NSÍ – HB
ÍF – B36
AB – EB/Streymur

Effodeildini 2013 kann heintast HER