Leikdagarnir fyri komandi kappingarár í EFFO-deildini eru við at koma upp á pláss, og um alt gongur eftir ætlan byrjar landskappingin sunnudagin 1. mars
Kappingarárið 2015 í fremstu deildini hjá monnum verður eitt av teimum drúgvastu nakrantíð.

Spælast skulu 27 landskappingardystir í EFFO-deildini, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, umframt at A-landsliðið skal spæla seks EM-undankappingardystir komandi ár.

Har afturat skal føroyska U21-landsliðið undir nýggja kapping. Lutakastið í sambandi við komandi kapping hjá U21-liðnum verður einaferð síðst í januar, og væntandi skal føroyska liðið spæla fimm ella seks dystir í 2015.

EFFO-deildin
Stórsteypadysturin, sum er millum meistararnar og steypavinnararnar, verður eftir ætlan spældur sunnudagin 22. februar, og eina viku seinni verður landskappingin bríkslað í gongd.

1. umfar í EFFO-deildini verður sunnudagin 1. mars, meðan seinasta umfar áðrenn steðgin verður spælt fríggjadagin 28. juni.

Eftir steðg í ein góðan mánað, byrjar kappingin aftur sunnudagin 26. juli, meðan 27. og seinasta umfar í EFFO-deildini verður á skránni leygardgain 3. oktober.

Har afturat skal A-landsliðið við monnum spæla seks EM-undankappingardystir komandi ár, og longu í mars mánaða skulu føroysku landsliðsleikararnir á vøllin aftur.

Sunnudagin 29. mars spæla Rumenia og Føroyar, meðan seinasti A-landsdysturin verður 11. oktober, eina góða viku aftaná at heimliga kappingin er endað.

Skráin, A-landsliðið:
29. mars Rumenia – Føroyar
13. juni Føroyar – Grikkaland
4. september Føroyar – Norðurírland
7. september Finnland – Føroyar
8. oktober Ungarn – Føroyar
11. oktober Føroyar – Rumenia