Vikuskiftið 9. og 10. mars verður sjøtul settur á Betri Deildina hjá monnum. Kappingin endar leygardagin 26. oktober, og eina viku seinni er steypafinalan á skránni
——————
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár.
Eins og undanfarin ár byrjar fótbóltsárið 2024 við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður sunnudagin 3. mars. Eina viku seinni verður farið undir landskappingina.
Leikdagarnir í Betri Deildini hjá monnum eru nú klárir, og í løtuni verða seinastu smálutirnir í sjálvari leikskránni fingnir upp á pláss.
Greitt er í øllum føri, at fyrsta umfar verður vikuskiftið 9. og 10. mars. Summarsteðgurin verður frá 6. juli til 2. august, og síðani verður spælt til 26. oktober, tá síðsta umfar er á skránni.
Eina viku seinni, leygardagin 2. november verður finalan um Løgmanssteypið.