Mikudagin varð bókin um fyrrverandi føroyska landsliðsmálverjan, Jens Martin Knudsen, løgd fram í skúlanum við Løkin í Runavík
"Maðurin við topphúgvuni" eitur nýggj bók, sum mikudagin varð løgd fram í skúlanum við Løkin í Runavík.

Og tað munnu vera tey fægstu, ið ikki kennast við mannin í topphúgvuni.

Við topphúgvuni setti Jens Martin Knudsen Føroyar á heimskortið í 1990, og í dag er runavíkingurin, sum hevur spælt á hægsta støði í Føroyum, Íslandi og Skotlandi, og spældi 65 altjóða A-landsdystir fyri Føroyar, víðakendur um allan heim.

Millan annað verða Jens Martin Knudsen og topphúgvan nevnd í teimum nýggju søgubókunum í Eysturríki.

Arbeiðið at skriva bókina um Jens Martin Knudsen byrjaði í 2009, tá einum ungur Uni Holm Johannesen setti seg í samband við høvuðspersónin. Og í dag, trý ár seinni, varð bókin løgd fram á hugnaligari samkomu í nýggja bókasavninum í skúlanum við Løkin í Runavík.

"Maðurin við topphúgvuni" fæst í flestu bókahandlum kring landið, fyri 198,00 krónur. Tað er forlagið Sprotin, ið gevur bókina út, sum eisini fæst á enskum og týskum.


Jens Martin Knudsen og borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen


Húgvan, sum setti Føroyar á heimskortið


Jógvan Gregersen og Jógvan Martin Olsen