Klokkan fimm seinnapartin týsdagin lendið flogfarið við Joseph S. Blatter í Vágum. Av flogvøllinum varð farið beinleiðis á sparkivøllin í Miðvági
Umsíðir eydnaðist at fáa FIFA-forsetan, Joseph S. Blatter til Føroyar. Blatter hevur nevniliga tvær ferðir áður verið ávegis til hendanvegin, men keðiligt veður og onnur viðurskifti gjørdu seg galdandi, tá Blatter, fyrst í 2004 og síðani í 2010, mátti avlýsa føroyavitjanina. 

Eftir at FIFA-forsetin við fylgi var lendur í Vágum nakað yvir fimm, seinnapartin týsdagin, varð fari á sparkivøllin Norðuri á Heiðum í Miðvági. Og hóast líkindini ikki vóru av teimum allar besta, var nógv fólk komið saman at heilsa upp á Joseph S. Blatter.

Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu bjóðaði vælkomin og helt eina stutta røðu vegna kommunurnar og fótbóltsfeløgini í Vágum, áðrenn borgarstjórin handaði Blatter eina gávu.

FIFA-forsetin nýtti eisini høvið at siga nøkur orð, har hann millum annað takkaði fyri gávuna, sum var ein grindaknívur, ið Petur Hansen hevur gjørt.

Eftir vitjanina í Miðvági, fór Joseph S. Blatter við fylgi til Kirkjubøar, har Fótbóltssamband Føroya var vertur fyri døgurða.

Mikudagin vitjar FIFA-forsetin í Tinganesi, á Tórsvølli og í Müllers Pakkhúsi.

Joseph S. Blatter og fylgi fara avstað aftur seinnapartin mikudagin.