Á samkomu í FSF-húsinum í vikuskiftinum heðraði Venjarafelag Føroya teimum besta eftir farna kappingarár. Ársins Eldsál 2011 innan føroyskan fótbólt gjørdist Bjørg Olsen, av Skála

Umframt at velja ársins venjarar í bestu mannfólka- og kvinnudeildunum, varð Ársins Eldsál eisini heiðra um vikuskifti, tá Venjarafelag Føroya skipaði fyri lítlari samkomu í FSF-húsinum í Havn.

Hjá monnum gjørdist tað venjaraparið úr B36, Mikkjal Thomassen og John Petersen ið vunnu heiðurin sum ársins venjarar 2011. Mikkjal Thomassen og John Petersen stóðu sum flest øllum kunnigt á odda fyri meistaraliðnum hjá árstalsfelagnum í Havn í farna kappingarári. Og við tilsamans 67 stigum, gjørdist B36 føroyameistari fyri 9. Fer í søgu felagsins.

Í kvinnudeildini varð venjari hjá KÍ, Erik Ernesto Nielsen, kosin ársins venjari av Venjarafelag Føroya. Erik E. Nielsen hevði seinasta kappingarár evstu ábyrgd av fremsta kvinnuliðnum hjá klaksvíkingum, og umframt at vinna føroyameistaraheitið, eydnaðist tað eisini KÍ-kvinnunum at vinna steypakappingina í 2011.

Eisini “Ársins Eldsál 2011” innan føroyskan fótbólt varð eisini kosin av Venjarafelag Føroya. Henda heiður fekk Bjørg Olsen, av Skála.

Bjørg hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði fyri Skála Itróttarfelag seinastu mongu árini. Hon spældi sjálv við Gentur 14-17 í 1986, og síðani hevur Bjørg spælt við 2. deild og 1. deild hjá Skála. Í dag spælir Bjørg Olsen við Old Girls, umframt at venja børnini í felagnum.

Bjørg situr í nevndini, og saman við formanninum Hans Jákup Andreassen, hevur Bjørg Olsen høvuðsábyrgdina í Skála Ítróttarfelag. Bjørg tekur sær av øllum teimum fíggjarligu viðurskiftunum í felagnum, og hevur evstu ábyrgd av ítróttarligu tiltøkunum hjá Skála, umframt at Bjørg samskipar ein stóran part av tí praktiska í felagnum.