Tað eru tvey lið við nógvum sjálvsáliti, ið fara á vøllin á Estadi Nacional í Andorra sunnudagin klokkan 14:00, føroyska tíð. Andorra byrjaði kappingina væl, við at spæla javnleik 0-0 á útivølli ímóti Lettlandi

——————

Seinasta hond verður í løtuni løgd á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin millum Andorra og Føroyar, sum verður á Estadi Nacional í Andorra sunnudagin klokkan 14:00, føroyska tíð.

Føroyski hópurin kom upp á pláss seint fríggjakvøldið, eftir fyrst ein flogtúr í tríggjar tímar, og síðan aftur tríggjar tímar í bussi frá Barcelona til Andorra la Vella, sum høvuðsstaðurin í Andorra kallast.

Men ferðin gekk væl, og tað vóru nakrir væl upplagdir spælarar, ið vandu á leikvøllinum seinnapartin leygardagin, har dysturin verður. Talan er um eitt lítið stadion, við graslíkið, so umstøðurnar eru ikki heilt ókendar.

Andorra er komið væl frá byrjan í hesari kappingini. Beint áðrenn Føroyar og Malta fóru á vøllin hósdagin, høvdu Lettland og Andorra spælt málleysan javnleik á Daugava Stadion í Riga. Tað er tí neyvan nakað at ivast í, at bæði liðini ætla sær sigurin á Estadi Nacional sunnudagin klokkan tvey.

Veðrið í Andorra er gott, og meðan vant varð á stadion, vóru eini 22-25 hitastig. Men sambært veðurforsøgnini fer at regna, meðan Andorra og Føroyar fara at stríðast á vøllinum.

Um alt gongur eftir ætlan, verður ferðalagið aftur í Føroyum seint sunnukvøldið.