Við tveimum málum frá Jóannesi Bjartalíð eydnaðist tað føroyska landsliðnum at fáa 1 stig heim við úr Luksemborg. Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2
——————
Tíðliga í seinna hálvleiki sá svart út hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum týskvøldið var á vitjan á Stade de Luxembourg leikvøllinum, sum er heimavøllurin hjá Luksemborg.
Tá tólv minuttir vóru spældir av dystinum dømdi dómarin brotsspark til heimaliðið, sum Gerson Rodrigues setti í netið, og bara tríggjar minuttir aftaná steðgin økti Leandro Martins til 2-0.
Men føroysku spælararnir fullu ikki í fátt, og tíggju minuttir seinni stóð á jøvnum 2-2. Málskjútti í báðum føri var Jóannes Bjartalíð.
Sum heild var føroyska liðið betri, sjálvt um heimamenninir vóru meir á bóltinum. Men tað bleiv sjáldan vandamikið, meðan um eitt sindur av hepni var við okkara monnum, umframt at málverjin hjá Luksemborg spældi ein branddyst, so endaðu øll 3 stigini í Føroyum.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Turkaland 2-0 á heimavølli móti Litava. Eftir fýra umfør er støðan í bólki C1 í UEFA Nations League tann, at Turkaland hevur 12 stig, Luksemborg hevur 7, Føroyar hava 4 stig, meðan Litava framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.
Í september verður spælt aftur. Hósdagin 22. september er útidysturin móti Litava á skránni, meðan punktum í bólkaspælinum í hesari kappingini verður sett sunnudagin 25. september, tá turkar vitja í Føroyum.
Atgongumerki til dystin móti Turkalandi fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen