Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í august mánað skuldi veljast. Nummar 2 gjørdist Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi endaðu tveir Víkingar

——————

– Takk fyri tað! Tað var slett ikki so galið. Nú hevur Sølvi Vatnhamar mestsum tikið ognarrætt upp á hatta, so tíð upp á at onkur roynir at geva honum kapping. Men hann hevur eisini verið góður, og er tað framvegis, so einki løgið í tí.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð úr KÍ – við einum skálkasmíli – tá honum verður ynskt tillukku, og hann samstundis verður kunnaður um, at hann er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið fylgja væl við hvat fyriferst í fremstu deildini, ið atkvøða.

Tá talt varð saman, hevði Jóannes Bjartalíð fingið 8 av 10 møguligum atkvøðum. Honum á baki kom Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi komu Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi.

– Vit ætla okkum FM, eingin ivi um tað, og tað sær eisini gott út í løtuni. Men einki er avgjørt, og enn er langur vegur eftir á mál, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri heiðurin fekk Jóannes Bjartalíð eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var omma Jóannes, Rúna Frimansdóttir, ið stóð fyri handanini.

Myndir: Bjarni Enghamar